Uttanlands

Norska stórtingið vil broyta grundlógina

Ingrid Alexandra prinsessa skal eisini kunna vera ríkisstjóri, tá abbi hennara, Harald kongur og pápi hennara Haakon krúnprinsur eru burturstaddir

Ingrid Alexandra prinsessa, Haakon krúnprinsur og Harald kongur (Mynd: Cornelius Poppe/AFP/Ritzau Scanpix)

Ingrid Alexandra prinsessa, Haakon krúnprinsur og Harald kongur (Mynd: Cornelius Poppe/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-17 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norska stórtingið vil broyta norsku grundlógina, soleiðis at Ingrid Alexandra prinsessa, dóttir Haakon krúnprins og Mette-Marit krúnprinsessu kann setast inn sum ríkisstjóri, um pápi hennara og abbi hennara, Harald kongur ikki eru til staðar.

Í dag hevur norska stjórnin hendan leiklutin, um bæði Harald kongur og Haakon krúnprinsur eru burturstaddir.

Uppskotið skal sambært Ritzau viðgerast 3. november. Verður tað samtykt, kann Ingrid Alexandra prinsessa standa á odda fyri einum statsráði. Eisini merkir hetta, at ein komandi arvingur til trónuna kann fáa praktiskar royndir í leiklutinum sum ríkisstjóri.

22 ára gamla Ingrid Alexandra prinsessa er nummar tvey í norsku arvafylgjuni eftir Haakon krúnprins.

Fyri at fáa uppskotið um grundlógarbroyting samtykt er neyðugt við í minsta lagi tveimum triðingum av atkvøðunum í stórtinginum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder