Mentan

Vínúrvalið á Ræst millum heimsins bestu

Ræst fær silvurstjørnu frá sltjóða Star Wine List fyri miðalstórar matstovur við millum 200 og 600 ymisk vín á goymslu

Karin Vist, matstovuleiðari og høvuðsvíntænari á Ræst

Karin Vist, matstovuleiðari og høvuðsvíntænari á Ræst

2026-06-17 15:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Matstovan Ræst í Gongini í Havn hevur enn einaferð fingið stóra viðurkenning.

Hesaferð er tað ikki fyri matkynsturin í køkinum, men hesaferð fyri úrvali av vínum á goymslu.

Í gjár bórust tíðindini um, at Ræst er komin á Star Wine List of the Year 2025/26. Talan er um ein lista av viðurkendum matstovum í heiminum, ið eru verdar at vitja orsaka av teimum vínum, sum matstovan hevur at bjóða.

Ræst er komin á listan fyri miðalstórar matstovur – tað eru matstovur, sum hava millum 200 og 600 sløg av vínum at velja ímillum. Ein stórur heiður fyri serliga Karin Visth, sum er høvuðsvíntænari og matstovuleiðari á Ræst.

Í fjør var Ræst mett at vera tann besta í danska ríkinum millum miðalstórar matstovur. Tí var Ræst eisini við, tá bestu matstovur í meinum vórðu kosnar á einum tiltaki í Skáni mánakvøldið.

Ein matstova í Bangkok, Inddee, verður mett at vera tann besta innan tær miðalstóru, hon fær harvið eins gullstjørnu.

Ræst verður, sum einasta úr danska ríkinum, mett at vera millum tær, sum liggja beint undir hesari matstovuni, og kann harvið prýða seg við eini silvurstjørnu frá hesum altjóða stjørnulistanum.

Allar matstovurnar á Star Wine List 2026 síggjast her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder