Innanlands

Eisini fríkendur í Landsrættinum

Eystari Landsrættur hevur í dag staðfest dómin hjá Føroya rætti, har ein maður varð fríkendur fyri valsvik í sambandi við kommunuvalið í Oyndarfirði

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-17 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eystari Landsrættur hevur í dag viðgjørt málið um møguligt valsvik í Oyndarfirði, og landsrætturin hevur fyri løtu síðani staðfest dómin hjá Føroya rætti, visti útvarpið at siga á middegi.

Ein maður varð í februar fríkendur fyri valsvik í Oyndarfirði í sambandi við kommunuvalið í 2024, men ákæruvaldið valdi at kæra dómin. Landsrætturin metti tó ikki, at ákæruvaldið megnaði at lyfta próvbyrðuna.

Málið, sum er tað fyrsta um valsvik í Føroyum, snýr seg um ein atkvøðuseðil í Oyndarfirði, sum eftir fínteljing varð ógildaður, tí hann hevði tveir krossar. Hetta hevði við sær, at tað stóð á jøvnum millum tvey valevni, og varð tí avgjørt við lutakasti, hvør varð valdur í Runavíkar býráð.

Tá málið var fyri í Føroya rætti, kravdi ákæruvaldið fýra mánaða fongsul, meðan verjin kravdi frídøming ella treytaðan dóm.

Dagførd kl. 12.47

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder