Bretska sangarinnan Bonnie Tyler, er nú vaknað úr koma, skrivar týski tíðindamiðilin Bild am Sontag.
Tyler varð í skundi innløgd á sjúkrahús í Faro í Portugal fyrst í mai við trupulleikum í tarmunum. Eftir skurðviðgerð varð hon løgd í koma fyri at betri at koma fyri seg aftur.
Sambært Bild er heilsan hjá 75 ára gomlu Bonnie Tyler framvegis álvarslig, hóast hon nú er vaknað aftur.
- Hóast støðan er batnað, gongur tað spakuliga at koma fyri seg aftur, verður sagt í eini fráboðan frá sjúkrahúsinum.
Bonnie Tyler er fødd í Wales 8. juni 1951, og hon fylti sostatt 75 meðan hon hevur ligið í koma á sjúkrahúsinum í Faro.
Bonnie Tyler er serliga kend fyri sangirnar “Lost in France”, “It’s a Heartache” og “Total Eclipse of the Heart”, frá sjeytiárunum og byrjanini áv áttatiárunum.
Hon vitjaði í Føroyum í 2006 og spældi á Mjús festivalinum heima á Sandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald