Innanlands

Formula sjálvt ikki rakt av FortiBleed - ein kundi loftaður

Formula er nevnt í sambandi við lekan, men staðfestir í fráboðan at fyritøkan sjálv ikki er rakt av hesum. Hinvegin hevur ein kundi verið ávirkaður

2026-06-17 22:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KT-fyritøkan Formula er nevnd í sambandi við sonevnda Fortibleed, men staðfestir í fráboðan í dag at, fyritøkan sjálv ikki er rakt av FortiBleed.

- Ein av okkara kundum hevur verið ávirkaður av veikleikanum. So skjótt sum vit gjørdust varug við støðuna, settu okkara serfrøðingar neyðug átøk í verk. Kundin er loftaður, og vit hava arbeitt tætt saman við viðkomandi fyri at tryggja, at støðan varð handfarin skjótt og fakliga forsvarligt, sigur Formula í fráboðanini.

Seinastu dagarnar hevur verið nógv umrøða av hesi trygdarhending, sum verður nevnd FortiBleed. FortiBleed er ein veikleiki í ávísum útgávum av trygdarskipanum frá Fortinet, har óviðkomandi undir ávísum umstøðum kunnu fáa atgongd til upplýsingar, sum annars skuldu verið vardar. Veikleikin hevur vakt ans kring heimin, tí hann kann verða misnýttur í álopum móti fyritøkum og stovnum. 

- Telduálop og trygdarhendingar eru tíverri vorðin ein partur av gerandisdegnum hjá fyritøkum og almennum stovnum kring heimin. Eingin kann við fullari vissu tryggja seg móti øllum hóttanum. Tað avgerandi er tí at hava røttu trygdarskipanirnar, greiðar mannagongdir og eina væl fyrireikaða tilbúgving, so møguligar hóttanir kunnu staðfestast og handfarast skjótt og effektivt, sigur Formula.

- Henda hendingin undirstrikar týdningin av áhaldandi arbeiðinum við KT-trygd. Hjá Formula arbeiða vit hvønn dag við at verja okkara kundar móti vaksandi hóttanunum í talgilda heiminum, og vit fara framhaldandi at leggja stóran dent á fyribyrging, eftirlit og skjót átøk, tá trygdarhendingar koma fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder