Føroyskur filmur hjá ungum filmsfólki fær altjóða uppmerksemi, nú stuttfilmurin “Eingin veit á morgni at siga” er úttikin til høvuðskappingina á The Next Film Festival í Danmark.
Tað er ein stórur heiður fyri føroyska filmsumhvørvið, at føroyski stuttfilmurin “Eingin veit á morgni at siga” er millum filmarnar, sum kappast um virðislønir á The Next Film Festival (TNFF). Danmarks størsta opna filmskapping fyri filmskaparar undir 24 ár.
Á festivalinum eru bæði sýningar og ein stór virðislønahandan , har dómsnevndin, m.a. kend nøvn úr donsku filmsvinnuni, lata virðislønir, sum kunnu hjálpa ungum filmskaparum víðari.
“Eingin veit á morgni at siga” er leikstjórnaður av Martin Vang Vilhelm, og er endaverkætlanin hjá liðnum í sambandi við Flogfisk filmskúlan.
Liðið handan filmin er:
Leikstjóri: Martin Vang Vilhelm
Framleiðari: Hallur Joensen
Fotografur: Adrian Bech Gaardlykke
Ljóðupptøkur og sniðgeving: Áki á Horn
Framleiðslusniðgevi: Elin Sólvør á Løgmansbø
Tónleikur: Mikkjal Davidsen
Í høvuðsleiklutunum eru:
Sigursól Jacobsen
Noomi Nielsen
Hjørdis Reistrup
Tóri Madsen
Flogfisk byrjaði í 2024 og hevur longu víst, at føroyskir ungir filmskaparar hava bæði evni, dirvi og søgur at bera fram. Skúlin er eitt átak hjá Filmverkstovuni Klippfisk, Filmshúsinum og Betri Stuðul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald