Uttanlands

Oljureinsiverk rakt av dronuálopi aðru ferð hesa vikuna

Tað er Ukraina, sum stendur aftan fyri álopið, váttar Zelenski forseti

(Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-18 09:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Størsta oljureinsiverkið í russiska høvuðsstaðnum, Moskva, er rakt av rakettálopi fyri aðru ferð hesa vikuna.

Og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenski, váttar nú, at tað er Ukraine, sum stendur aftan fyri álopið.

- Eitt rættvíst svar upp á russisku álopini á okkara býir og samfeløg og enn eitt týðandi úrslit hjá okkara herfólkum, ið berjast móti russisku krígsmaskinuni, skrivar Zelenski, sambært Reuters á Telegram.

Forsetin leggur afturat, at ukrainskar deildir eisini hava rakt mál í Rostov-landslutinum í Russlandi og í hertiknu økjunum í Ukraina.

Sambært borgarstjóranum í Moskva, hevur Russland vart seg móti 180 dronum, sum høvdu kós móti høvuðsstaðnum. Sambært russiska verjumálaráðnum, hevur Russland skotið í alt 555 ukrainskar dronur niður, skrivar Reuters. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder