Á felags kirkjuráðsfundi í Nes prestagjaldi í gjár, 17. juni, innstillaðu kirkjuráðini Gimma Olsen til tíðaravmarkaða embætið sum hjálparprestur í Nes prestagjaldi.
Hetta skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu sínari.
Tvær umsóknir vóru til embætið.
Gimme Olse verður í starvinum frá 1. august 2026 til 31. mai 2027. Nes prestagjald fevnir um Gøtu kirkjusókn og Nes kirkjusókn.
Talan er um framhald av royndarverkætlan. Tummas Kannuberg hevur verið í starvinum áður.
Sí eisini: Tummas Lykke Kannuberg í embæti í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi
Afturat uppgávuni sum hjálparprestur, skal Gimmi Olsen – í samráði við staðbundnu sóknarprestarnar í landinum – halda gudstænastur í kirkjusóknum, ið eru færri enn 400 fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald