Innanlands

Karmel verður sum nýtt

Missiónshúsið á Eiði hevur yvir 90 ár a baki. Nú skal húsið so at siga gerast av nýggjum. - Tá arbeiðið er liðugt, verður nærum bara betongi og hválvið eftir av tí gamla húsinum

– Vit hava tømt húsið innan, hava drena framvið niðan móti vegnum og bjálva grundina. Eisini er borðað fyri jarðhita. Nú skal ein tilbygningur stoypast í sunnara enda, har inngongdin og vesini vóru, greiðir Jonhard Jógvansson Trúboðanum frá (Mynd: trubodin.fo)

– Vit hava tømt húsið innan, hava drena framvið niðan móti vegnum og bjálva grundina. Eisini er borðað fyri jarðhita. Nú skal ein tilbygningur stoypast í sunnara enda, har inngongdin og vesini vóru, greiðir Jonhard Jógvansson Trúboðanum frá (Mynd: trubodin.fo)

2026-06-19 08:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

– Nútíðin krevur betri karmar og útgerð, so missiónsarbeiðið betur kann røkka út til fólkið, samstundis sum tað verður meiri innbjóðandi at koma í Karmel. Tá arbeiðið er liðugt, verður nærum bara betongi og hválvið eftir av tí gamla húsinum.

Hetta sigur Jonhard Jógvansson við Trúboðan. Hann er formaður í stýrinum fyri Karmel, sum nú av álvara fær eina góða hond.

Ábøtur og dagføringar eru gjørdar í missiónshúsinum á Eiði gjøgnum árini, so tað betur hóskaði til arbeiði. Men í 2024 varð staðfestingin, at hetta ikki var nóg mikið.

– Fyri umleið tveimum árum síðani, varð endalig støða tikin til at gera nærum alt húsið av nýggjum. Tað var ein stór avgerð, sum vónandi kemur at stimbra arbeiðið í og út frá Karmel, staðfestir Jonhard Jógvansson.

Men hvat er tað, sum er gjørt og skal gerast við húsið?

– Vit hava tømt húsið innan, hava drena framvið niðan móti vegnum og bjálva grundina. Eisini er borðað fyri jarðhita. Nú skal ein tilbygningur stoypast í sunnara enda, har inngongdin og vesini vóru. Tann tilbygningur verður heilt upp til mønina, so vit fáa nýggj rúm bæði í kjallaranum og á loftinum. Ætlanin er, at skifta øll vindeyguni, bjálva og klæða alt húsið, leggja nýtt tak á og fáa ventilatión. Harafturat verður bæði el og hiti gjørt av nýggjum, sigur formaðurin í stýrinum við trubodin.fo.

Í kjallaranum verður salur, vesi og nýggjur og góður køkur og rúm til jarðhita. Á miðhæddini verður gongd, vesir, lyfta millum miðhædd og kjallara, samtalurúm og salur. Á loftinum verður bønarúm/fundarúm, við góðum útsýni suðureftir.

[object Object][object Object]
Tekning av nýggju útgávuni (Mynd: trubodin.fo)

Missiónshúsið Karmel á Eiði varð vígt 21. novembur 1934 og hevur harvið 91 ár á vaki. Gjøgnum árini er ymiskt missiónsarbeiði gjørt í og út frá húsinum. Nevnast kunnu til dømis sunnudagsskúli, møtir, kvinnumøtir og sjómanskvinnuringur. Karmel hevur eisini hýst tiltøkum, sum kirkjan hevur skipað fyri.

Jonhard Jógvansson sigur at enda við Trúboðan, at umbyggingin kostar nakrar milliónir, og at arbeiðið skal gerast liðugt skjótast gjørligt og umbyggingin kostar milliónir; kostnaðurin er jú tengdur at tíðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder