Uttanlands

Uttanríkispolitiska samskiftið millum ES og Ísrael slitnað

Gideon Saar, uttanríkisráðharri í Ísrael, við onki hava við ES-uttanríkisovastan Kaja Kallas at gera

Kaja Kallas (Mynd: Jean-Christophe Verhaegen/AFP/Ritzau Scanpix)

Kaja Kallas (Mynd: Jean-Christophe Verhaegen/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-18 14:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Gideon Saar, uttanríkisráðharri í Ísrael, hevur boðað frá, at hann ynskir ikki longur at hava nakað við uttanríkisovastan hjá ES, estisku Kaja Kallas, at gera.

Orsøkin til slitið teirra millum er, at Kallas, sambært Saar, skal hava samanborið Ísrael við apartheidstýrið í Suðurafrika.

Útsøgnin skal vera komin fram undir eini vitjan hjá Kallas í Meksiko í mai. Kallas skal hava borið sammetingina fram undir privatum samrøðum við stjórnarumboð, skrivar miðilin Euractiv, sum viðgerð evropeiskan politikk.

Saar skýrir Kallas fyri at vera rakt av órættvísum tvangstankum mótvegis Ísrael. Sambært uttanríkisráðharranum verður sambandið ikki tikið uppaftur fyrr enn Kallas hevur biðið um umbering og angrar ærumeiðingina.

Saar skrivar eisini á X, at útsøgnirnar hjá Kallas ikki umboða felags støðuna hjá ES. Hann takkar eisini teimum evropeisku politikarunum, ið hava átalað útsøgnirnar hjá Kallas.

Í aftursvari sínum leggur Kaja Kallas dent á, at ES altíð er til reiðar at fara undir eitt konstruktivt samband við Ísrael. Sambært henni er nógv, ið sameinir ES og Ísrael, og hon virðmetir samrøðurnar millum partarnar.

Avgerðin hjá Saar kemur eftir at Kallas í hesi vikuna boðaði frá, at ES umhugsar at avmarka samhandilin við ólógligu niðursetuøkini á Vestara áarbakka.

Fleiri limalond hava kravt, at ES setir tiltøk í verk móti Ísrael. Nøkur lond vilja eisini hava, at revsitiltøk verða sett í verk móti trygdarráðharranum í Ísrael, Itamar Ben Gvir.

Ben Gvir, trygdarráðharri, er komin fram við fleiri óvanligum útsøgnum. Eitt nú tá hann í mai háðaði handtiknar Palestina-aktivistar.

Tað er ikki eydnast ES-londunum at koma ásamt um møgulig tiltøk móti Ísrael. Allar slíkar avgerðir skulu takast í semju millum øll 27 limalondini.

Sambandið millum ES og Ísrael hevur verið spent síðan kríggið millum Ísrael og Gaza brast á í oktober 2023.

Keldur: Yle, AFP, Reuters 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder