Innanlands

Løgmaður á fundi við donsku stjórnina

Beinir Johannesen hevur í dag hitt danska forsætisráðharran og danska løgmálaráðharran

2026-06-18 21:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag hevur løgmaður hitt danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, og danska løgmálaráðharran, Nicolai Wammen, á fundi í Keypmannahavn. Hetta eru fyrstu fundirnir millum partarnar eftir stjórnarskiftini í Føroyum og Danmark. 

Samgonguskjølini á skrá 
Talan var um ein innleiðandi fund við danska forsætisráðharran, har høvið var at tosa um samgonguskjølini hjá landsstýrinum og donsku stjórnini. 

- Eg nýtti høvið at ynskja Mette Frederiksen til lukku við nýggju stjórnini og at útgreina setningarnar í føroyska samgonguskjalinum. Vit umrøddu eisini møguleikarnar fyri sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum og IOC umframt tættari samstarv við ES, sigur Beinir Johannesen, løgmaður. 

Samstarva um at fyribyrgja rúsevnamisnýtslu
Á fundi við danska løgmálaráðharran legði løgmaður dent á, at Føroyar og danskir ríkismyndugleikar mugu standa saman um at fyribyrgja, at rúsevni og rúsevnamisnýtsla taka meira dik á seg í Føroyum. 

[object Object]

Kunnað varð um, at landsstýrið raðfestir hetta økið ovarlaga, og átøk verða sett í verk í Føroyum í næstum. 

- Rúsevni og rúsevnamisnýtsla snýr seg ikki bara um revsing og løgreglu, men um sosial viðurskifti, fyribyrging og upplýsing. Summi øki eru felagsmál, og tí var týdningarmikið hjá mær at vísa danska løgmálaráðharranum á, at báðir partar mugu raðfesta økið, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder