Uttanlands

Verjan staðfestir: Tað vóru dronur yvir Danmark

Danska verjuleiðslan hevur gjørt eina frágreiðing um hvat tað var, ið hendi í loftrúminum yvir Danmark í fjør heyst

Michael Hyldgaard, verjuovasti, og Jeppe Buus, verjumálaráðharri á tíðindafundinum fyrrapartin (Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

Michael Hyldgaard, verjuovasti, og Jeppe Buus, verjumálaráðharri á tíðindafundinum fyrrapartin (Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

2026-06-19 12:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var talan um dronuvirksemi yvir Danmark í september í fjør, tá loftrúmið yvir Danmark varð stongt í sambandi við fleiri tilburðir av visksemi í luftini, ið varð hildið at vera fíggindaligar dronur.

Tað er niðurstøðan í eini frágreiðing, sum danska verjan hevur gjørt. Greitt varð frá innihaldinum í frágreiðingini á einum tíðindafundi í verjumálaráðnum í Keypmannahavn fyrrapartin.

- Við støði í tekniskum upplýsingum og fráboðanum frá herfólki, so er niðurstøðan, at tað í fleiri førum var talan um dronur.

- Viðvíkjandi hendingini yvir Borris Skydeterræn í Jútlandi – har tað møguliga varð skotið eftir einum rutuflogfari úr Noregi – so er niðurstøðan hjá donsku verjuni, at tað ikki var so, sigur Jeppe Bruus, verjumálaráðharri.

Kundi verið betri handfarið

Tað er verjuleiðslan – Forsvarskommandoen – ið hevur kannað tilburðirnar og tað sum verjan gjørdi í hesum sambandi í døgunum frá 22. september til 6. oktober í fjør.

Michael Hyldgaard, verjuovasti sigur, at tað í hesum tíðarskeiðinum vóru umleið 200 serligar fráboðanir um lofteygleiðingar frá eindum í danska herinum.

Hann sigur, at tað varð skotið við lættum vápnum eftir eygleiðingunum yvir skjótiøkinum í Borris.

- Einki skot varð tó latið móti mannaðum flogfari. Eftirmetingin vísir, at verjan kundi verið betri til at handfara hesar avbjóðingarnar hesar umrøddu vikurnar, sigur verjuovastin

Eftirmetingin byggir mest á eygleiðingar hjá soldátum.

Hybridkríggj

Hvørki verjumálaráðharrin ella verjuovastin vilja svara spurningum um, hvaðani dronurnar komu.

Verjuovastin sigur, at eftirmetingin hjá verjuni ikki hevur lagt seg eftir at kanna eftir hvaðani dronurnar komu.

Tíðindafólkini royndu at fáa teir báðar at koma nærri inn á, hví Mette Frederiksen, statsministari, so kundi tosa um ‘hybridálop’, tá verjan ikki veit nakað um, hvør tað var, ið átti dronurnar.

- Út frá teimum fregnarupplýsingum vit hava, hóttanarmetingunum, vit hava og eygleiðingunum, sum vit hava gjørt, haldi eg, at at talan hevur verið um eina hybridávirkan á Danmark, sigur verjuovastin.

Verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, sum er floksfelagi hjá Mette Frederiksen sigur:

- Vit eru í tí støðu, at vit eru partur av einum hybridum kríggi. Vit eru í eini støðu, har vit taka slíkar støður í størsta álvara. Tær hendingar, vit upplivdu í heyst, líkjast hendingum, sum eru sæddar í øðrum londum, segði hann, sambært Ritzau.

Sí eisini: Ivasamt um tað vóru dronur yvir Danmark

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder