2026-06-19 14:25
Í gjár vóru prógv handað næmingunum, sum nú eru lidnir á serbreytini á Tekniska skúla í Klaksvík.
Dagurin byrjaði við, at Hansa Lamhauge, undirvísari á serbreytini, bjóðaði vælkomin, og síðani var felagssangur á skránni.
Til prógvhandanina hildu Bára Joensen, fyrrverandi undirvísari, og Arnfinnur Nesá, samskipari á Serbreytini, røðu fyri pisunum.
Tey, sum fingu prógv, eru: Dellio Madayag, Tummas Lydersen og Brandur Justesen.
Eftir at skúlastjórin, Rúni Heinesen, hevði handað prógvini, varð boðið til ábit.
Jústinus Andrasson fekk eina gávu fyri bestu uppmøting á Serbreytini hetta skúlaárið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald