Sunnudagin 21. juni klokkan 16.30 hevur Gøtu kirkju Ungdómskór árligu summarkonsertina í Gøtu kirkju.
Gøtu kirkju Ungdómskóri ger nógv burturúr at gera konsertirnar spennandi og áhugaverdar fyri áhoyrarnar, m.a. gjøgnum kreativar uppstillingar og rørslur.
Kórið skal í juli luttaka á stórum altjóða kórfestivali og kapping í Preveza í Grikkalandi, har kórið skal framføra 12 kórverk. Tað verða tí hesi kórverkini, ið verða framførd á konsertini, áðrenn tey aftur verða framførd í Grikkalandi.
Kórverkini spenna víða: Alt frá føroyskum sangum til altjóða klassisk meistaraverk, og ikki at gloyma tey frálíka rútmisku verkini, sum kórið hevur lært og dyrka seinasta árið.
Nýggj fløguútgáva
Til konsertina verður ætlandi eisini høvi at keypa nýútkomnu fløguna við kórinum, sum inniheldur fýra føroysk kórverk, og fýra spirituals.
Kirkjukonsertir eru sum altíð ókeypis, men høvi verður til at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald