Innanlands

“No rest for the Wicked” – sí trailaran

Filmurin, sum er upp tikin og gongur fyri seg í Føroyum, verður frumsýndur í september

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-06-19 16:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

3. september verður filmurin “No rest for the Wicked” frumsýndur. Filmurin varð upptikin í Føroyum í fjør.

Filmurin, sum er eitt slag av ræðufilmi, snýr seg um sambandið millum tveir mans, unga føroyingin Baldur (Jegor Venned) og danska hvalafangaran Helge (Pilou Asbæk). Filmurin gongur fyri seg í Føroyum í 1862. Aðrir størri leiklutir verða spældir av Kjartan Hansen og Sofíu Nolsøe.

Kaspar Kalle hevur leikstjórna filmin, og hevur skrivað leikritið saman við Rasmus Birch og Karl heinreich Ulrichs.

Sambært ‘trailaranum’, sum í dag er leyslatin, so verður filmurin at síggja í biografunum frá 3. september.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder