Innanlands

Varðhaldsfongslaður í eina viku

Sviin, sum varð handtikin fríggjadagin, verður útflýggjaður til Svøríkis

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-20 09:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sviin, sum varð handtikin fríggjadagin, var í gjár í rættinum, har staðfest var, at treytirnar fyri útflýggjan til Svøríkis vóru loknar.

Sviin fær sjey dagar í varðhaldi, og løgreglan bíðar nú eftir einari formligari umbøn úr Svøríki um at fáa hann útflýggjaðan.

Annaðhvørt fer onkur frá løgregluni í Føroyum til Svøríkis við honum, ella so kemur onkur frá svensku løgregluni til Føroyar eftir honum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Sviin er undir illgruna fyri at hava framt sonevndan "persónfarligan kriminalitet” í Svøríki í mai. Revsiramman fyri brotini, sum hann skal hava framt, er sjey ár.

Les eisini: Handtóku svia í Føroyum fyri álvarsligan kriminalitet í Svøríki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder