Innanlands

Kanna eld á Strondum

Í nátt varð boðað frá, at eldur var í einum neysti á Langanesi á Strondum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-20 09:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt beint fyri klokkan tvey fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum neysti á Langanesi á Strondum.

Neystið brann í grund, og enn veit løgreglan ikki, hvussu eldurin kyknaði, og um hann var ásettur ella ikki.

Løgreglan hevur í morgun sent ein brunaserfrøðing at kanna málið, so vónandi fæst greiðu á hesum seinni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder