Innanlands

Fleiri skulu hava møguleikan at fáa tónleikaundirvísing í Havn

Húski, sum lúka treytirnar fyri at vera í fátækaváða, skulu kunna søkja um og fáa frípláss til barnið

Tórshavnar Musikkskúli (Savnsmynd)

Tórshavnar Musikkskúli (Savnsmynd)

2026-06-20 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar býráð hevur samtykt eina fríplássskipan, sum skal gera tað lættari at geva so nógvum børnum og ungum sum gjørligt møguleika at fáa tónleikaundirvísing á Tórshavnar musikkskúla.

Dentur er lagdur á, at tað skal vera so einfalt sum gjørligt at søkja um frípláss og at avslátturin skal gera mun fyri tey, sum hava tørv á honum, skrivar kommunan.

Leisturin verður tann, at húski, sum lúka treytirnar fyri at vera í fátækaváða sambært yvirlitinum hjá Hagstovu Føroya, kunnu søkja um og fáa frípláss til barnið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder