Nordeagrunnurin hevur játtað 4.283.921 kr. til menning av Drivið – eitt nýtt savningarstað til eitt virkið frítíðarlív í Hvannasunds kommunu.
Við hesi játtan verður verkætlanin flutt longur fram á leið. 4 milliónir eru játtaðar til bygging, men 283.921kr eru játtaðar til nýggja frítíðarútgerð.
Drivið skal byggja á havnalagnum í Hvannasundi, sunnanfyri byrgingina. Drivið skal vera karmur um frítíðarvirksemi í, á og framvið sjónum.
Endamálið er at skapa eitt opið og inkluderandi stað, har ítróttur, mentan og sjálvskipað virksemi kunnu trívast lið um lið.
Verkætlanin tekur útgangsstøði eini einfaldari men framsøknari visjón: skapa eitt stað, har fólk í øllum aldri og við ymsum áhugamálum kunnu møtast, vera virkin og luttaka í felagskapum. Drivið skal styrkja verandi virksemi, men somuleiðis opna upp fyri nýggjum møguleikum í nærumhvørvinum. Tað er útgerð til hesar møguleikar játtanin til útgerð er til.
Tað serliga við Drivinum er breiða tilgongdin bæði fyri virksemi og brúkarar. Bygningurin er hugsaður sum ein karmur fyri alt frá rógving, motorumvæling og frítíðarvirksemi sum kajak, stand-up paddle og havsvimjing. Samstundis fáa sjálvskipaðir bólkar sum dypparar, súkklarar, klintrarar, og gongufólk góðar umstøður.
Stigtakarar handan verkætlanina eru Norðdepils- og Hvannasunds Róðrarfelag og Norðoya Motorsavn.
Verkætlanin er ment í samstarvi við ein breiðan brúkaraskara, herundir ung í kommununi, feløgini og sjálvskipaðir bólkar. Hendan tilgongdin tryggjar, at Drivið tekur støði í veruligum tørvum og ynskjum - og harvið fær sterkt lokalt grundfesti.
Við stuðlinum frá Nordeagrunninum er fíggingin nú væl á veg. Uml. 84% av samlaðu fíggingini er játtað og projekteringin er byrjað.
Afturat Nordeagrunninum hava Lokale- og Anlægsfonden (LOA) og Hvannasunds Kommune stuðlað verkætlanini.
Les eisini: Drivið fær góðar seks milliónir úr donskum grunni
Drivið væntast at vera nýggja knútapunktið í økinum, ið kemur at eggja til rørslu, styrkja felgskapir og økja um trivnaðin - serliga hjá børnum og ungum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald