Innanlands

450 fleiri starvsfólk í mai

Í mai vóru um 15.450 menn og 14.900 kvinnur í starvsfólkaskaranum – ein vøkstur á ávikavist 1,9 og 1,1 prosent sambært Hagstovuni

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2026-06-20 16:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mai vóru 30.377 fólk í stvarsfólkaskaranum í Føroyum. Tað eru 448 starvsfólk – ella 1,5 prosent – fleiri enn í mai í fjør.

Í mai vóru um 15.450 menn og 14.900 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hetta eru 290 – ella 1,9 prosent – fleiri menn, og 160 – ella 1,1 prosent – fleiri kvinnur samanborið við sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan.

Tórshavnar kommuna átti um 45 prosent av starvsfólkavøkstrinum, tá samanborið er við sama mánað í fjør.

Harumframt er talið á starvsfólkum serliga vaksið í Klaksvíkar kommunu, Eysturkommunu og Runavíkar kommunu. Lutfalsliga var vøksturin tó størstur í Hovs kommunu við 25 prosentum.

Samanborið við sama mánað í fjør er starvsfólkatalið minkað í níggju av teimum 29 kommunum — mest í Kvívíkar kommunu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder