Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sum eisini er formaður í flokkinum Labour fer væntandi at leggja frá sær í morgin, skrivar m.a. bretski miðilin The Observer.
Fleiri tjóðartingslimir úr Labour siga, at Starmer ikki fer úr Downing Street 10 alt fyri eitt, men at hann hevur ásannað, at einasti møguleiki er at leggja frá sær.
Andy Burnham, borgarstjóri í Manchester varð í vikuni valdur í bretska tjóðartingið, og hann verður mettur at vera ein sterkur avbjóðari hjá Starmer.
Stuðlar hansara vilja vera við, at hann hevur tryggja sær undirtøku frá yvir 200 tjóðartingslimum úr Labour til at bjóða Starmer av sum formann, um hann ikki sjálvur leggur frá sær. Sky News sigur, at talan er um nærum 100.
Fyri at bjóða formanninum av er neyðugt við undirtøku frá 81 tjóðartingslimum úr Labour.
Keir Starmer, sum hevur verið forsætisráðharri síðan 5. juli 2024, segði fríggjadagin, at hann fer at stilla upp til stríðsval um formanssessin í Labour, um tað verður neyðugt. Hetta hevði tó elvt til ruðuleika í Stórabretlandi, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald