Innanlands

Arbeiðsóhapp í Søldarfirði

Ein persónur varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-21 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð boðað frá einum arbeiðsóhappi niðri á Sandi í Søldarfirði, har ein persónur, sum arbeiddi við krana, varð raktur av einum luti, sum hekk úr krananum.

Persónurin varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men sum skilst var ikki talan um álvarsligar skaðar.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið varð kunnað og fór á staðið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum ikki veit at siga, hvørja fyritøku persónurin arbeiddi fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder