Løgreglan fekk í gjár eina fráboðan um at plastikk í hópatali lá og sløddist í Skálabotni. Talan er um smáar plastkúlur, sum í túsundatali liggja spreitt um allan strondina.
Sambært løgregluni er talan um lutir, sum hoyra til biofiltur. Filtrini verða nýtt til at reinsa vatn í vatnanleggum í alibrúki.
Eftir at fráboðanin kom og løgreglan er farin at kanna málið, er komið fram, at hesir plastlutir eru at finna í hópatali kring alt landið. Nógv er skrivað um hesa dálking á Facebook-bólkinum “4 plastic per day”, har skrivað veðrur, at lutirnir eisini eru at finna í Suðuroy, Miðstaðarøkinum, Norðoyggjum og í Vágunum.
Løgreglan arbeiðir við málinum, tí at talan eru um náttúrudálking. Enn er tó ikki greitt hvør tað er sum dálkar. Umhvørvisstovan er eisini kunnað um málið.
Tað er sera torført at vita hvar dálkingin kemur frá. Av tí at tað tekur so leingi hjá náttúruni at niðurbróta plast, ber illa til at meta um um plasti hevur verið í náttúruni leingi ella um tað er hent fyri kortum.
Vaktleiðarin sigur at møguliga ber til at gera kanningar, sum man kann samanlíkna við anlegg í Føroyum, men at tað er torført at meta um í løtuni.
Løgreglan hevur eisini verið í samband við MRCC fyri at vita um nøkur fráboðan er komin har um nakað skip, sum møguliga hevur mist eina bingju, har plastkúlurnar kunnu stava frá, men har var eingin fráboðan komin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald