Talið av váttaðum ebola smittutilburðum í Demokratiska lýðveldinum Kongo, er nú farið upp um 1.000.
Tað upplýsir stjórnin í landinum í eini dagføring, skrivar Reuters.
Av hesum hava 254 latið lív, verður sagt.
Fríggjadagin ávaraði heimsheilsustovnurin WHO um, at virusið spjaðir seg skjótti.
- Útbrotið er framvegis álvarsligt og mennist skjótt, segði Marie-Roseline Belizaire, WHO-ovastin fyri neyðhjálp í Afrika, á einum tíðindafundi, skrivar Reuters.
- Eg havi tó sæð eitt átak, sum mennist og styrknar hvønn dag, leggur hon afturat.
WHO upplýsir eisini, at tey framvegis stríðast við álvarsligu smittustøðuni, ið hevur rakt serliga norðureysturpartin av landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald