Iran hevur játtað at bjóða eftirlitsfólki hjá altjóða kjarnorkustovninum hjá ST, IAEA aftur til landið, sigur amerikanski varaforsetin, J.D. Vance.
Vance er staddur í Sveis, har samráðingar eru millum USA og Iran.
Hetta er fyrsta stig móti varandi kjarnorkuavdubbing ella enda á iransku kjarnorkuverkætlanini, sigur Vance sambært altjóða miðlum.
Iran sleit í fyrsta umfari sambandið við IAEA, eftir 12 dagar langa kríggið millum Iran og Ísrael í juni 2025. Síðan tá hava fleiri fráboðanir verið um, at IAEA hevur tikið eftirlitið av iransku kjarnorkuverkunum uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald