Fríggjadagin 19. juni kundu 34 lærlingar á maskin-, timbur- og el-deildunum á Tekniska Skúla umsíðir hátíðarhalda, at teir høvdu staðið sveinaroyndina.
Harumframt fingu tveir næmingar á Matvørubreytini, Mogens Højsted og Pætur Reinert, handað prógv. Teir báðir eru fyrstu næmingar, sum hava tikið fulla kokkaútbúgving í føroysku útbúgvingarskipanini.
Eftir nógvar vikur við drúgvum arbeiði, teori og praksis, kundu 34 lærlingar umsíðir taka ímóti sveinaprógvunum frá skúlastjóranum. Hetta varð heiðrað við røðu frá Bárði á Lakjuni, landstýrismanni í mentamálum, felagssangi og góðum mati.
Nú er bert lærutíðin eftir hjá teimum flestu, og kunnu teir tá trína út í arbeiðslívið sum yrkislærdir handverkarar.
Tekniski Skúli í Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald