Komandi vikuskiftið spæla 25 strúkarar hjá Føroya Symfoniorkestri summarkonsertir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í Hátúni Havn.
Konsertin í Fuglafirði leygarkvøldið verður skipað sum ein hugnalig kafékonsert, har áhoyrararnir kunnu sita og njóta ein kop af kaffi ella eitt glas av víni aftur við tónleikinum.
Í avbera vakra verkinum ‘Andante cantabile for cello and strings’ eftir Tchaikovsky, verður høvi at uppliva dugnaligu Kristinu á Váli sum solist.
Kristina á Váli byrjaði at spæla sello í Tórshavnar Musikkskúla, og fekk prógv frá Musikkskúlamiðnámi í 2010. Hon hevur síðani útbúgvið seg í USA, har hon tók Bachelor of Music frá John J. Cali School of Music í New Jersey og Master of Music frá Purchase Conservatory.
Kristina hevur framført í USA, Europa og Asia, m.a. í Carnegie Hall í New York. Hon er fastur limur í Føroya Symfoniorkestri og hevur, síðan hon flutti heim aftur til Føroya, verið ein virkin partur av føroyska tónleikalívinum.
Á skránni er tónleikur eftir Caroline Shaw, Mozart, Tchaikovsky, Elgar, Gershwin og Piazzolla.
Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire
Solistur: Kristina á Váli
Longd: 60 min.
Atgongumerki til konsertirnar kunnu keypast her: www.atgongumerki.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald