Týsdagin 30. juni klokkan 20, verður forkunnugur leikur framførdur í Losjuni Glotti við Gøtugjógv.
Tað er Meifríð Hansen, sum fer at framføra søgnina um Risan og Kellingina á teknmáli.
Meifríð er tunghoyrd og hóast hon dugir at lesa á munninum og at tosa, er teknmál hennara móðurmál.
Í summar fer Meifríð at luttaka og umboða Føroyar á einum altjóða mentanar festivali fyri deyv í Íslandi. Luttakarar verða úr øllum heiminum, og framførslur av ymiskum slag eru á skránni. Í hesum sambandi vendi Meifríð sær til Riu Tórgarð, leikstjóra í Teatur Grugg, um at fáa hjálp og vegleiðing til at framføra ein leik. Ein sera spennandi og ørvísi avbjóðing fyri ein leikstjóra, sum vanliga hevur røddina sum sítt arbeiðsamboð.
Í søgnini um Risan og Kellingina, hevur Ísland ein týðandi leiklut, og tí var sjálvsagt at pallseta hana.
Áðrenn farið verður til Íslands, verður ein almenn sýning í Losjuni Glotti í Gøtu, í samstarvi við sjónleikadeildina har.
Meifríð spælir fýra leiklutir á teknmáli. Samstundis er Ria frásøgufólk, soleiðis at tey, ið ikki duga teknmál, kunnu fylgja við.
Endamálið við eini almennari sýning, er at seta sjóneykuna á sjónleik á teknmáli, og at kanna áhugan fyri at seta á stovn eitt sjónleikarafelag fyri deyv.
Aftan á framførsluna verður kaffiprát.
Ria hevur leikstjórnað og lagt handritið til rættis.
Hans Kristian Eyðunsson Hansen hevur sniðgivið plakat og skíggja mynd.
Atgongumerki fáast á www.atgongumerki.fo
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald