Kommunurnar í Suðuroy hava sett Jens Arna Leo Hammerfoss í starvið sum integratiónssamskipara.
Hesum boða tær frá í felags skrivi í dag.
- Okur eru fegin um at bjóða Jens Arna vælkomnan í starvið. Hann hevur viðkomandi útbúgving, arbeiðsroyndir og gott innlit í føroyska samfelagið. Okur eru sannførd um, at hann fer at verða ein týðandi liður í arbeiðinum at tryggja góða integratión og skapa góðar karmar fyri nýggjar borgarar í Suðuroy, siga kommunurnar í felag.
Samstarvið um integratiónssamskiparan fevnir um allar kommunurnar í oynni: Hvalbiar kommunu, Tvøroyrar kommunu, Fámjins kommunu, Hovs kommunu, Porkeris kommunu, Vágs kommunu og Sumbiar kommunu.
- Integratiónssamskiparin skal millum annað arbeiða við at vegleiða og stuðla nýggjum borgarum, samskipa tiltøk og arbeiða tvørfakliga saman við kommunum, stovnum, felagsskapum og øðrum aktørum í nærumhvørvinu
Jens Arni hevur seinastu árini starvast sum undirvísari á Glasir. Tvøramaðurin hevur útbúgving sum cand.mag. í heimsspeki og søgu og hevur innlit í føroyska samfelagið, lokalsamfeløgini og teir samfelagsligu strukturarnar, sum mynda gerandisdagin hjá borgarunum.m.
Jens Arni Leo Hammerfoss byrjar í starvinum 1. august 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald