Innanlands

Per Busk verður sjúkrahússtjóri

Maðurin, ið hevur røkt stjórastarvið fyribils, tekur við sum sjúkrahússtjóri 1. juli

Per Busk og Eyðdis Hartman Niclasen (Mynd: homr.fo)

Per Busk og Eyðdis Hartman Niclasen (Mynd: homr.fo)

2026-06-23 11:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsstýriskvinnan við heilsumálum, Eyðdis Hartman Niclasen, hevur avgjørt at seta Per Busk sum forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum. Tað boðar Heilsu- og orkumálaráðið frá í dag.

Per Busk tekur við starvinum 1. juli. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir frá danska heilsuverkinum og serliga frá sjúkrahúsøkinum. Hann hevur í nógv ár verið sjúkrahússtjóri á Esbjerg Sygehus, og hevur seinasta góða hálva árið verið virkandi sjúkrahússtjóri. Harumframt hevur hann havt leiðandi størv í Region Syddanmark, har hann millum annað hevur arbeitt við sjúkrahúsætlanum, heilsutrygd, præhospitalsøkinum og sjúkrahúsrakstri. 

Per Busk er útbúgvin cand.scient.pol. frá Aarhus Universiteti í 1993. Hann hevur harumframt leiðsluútbúgvingina KIOL frá 2004. 

Í starvinum fær Per Busk ovastu ábyrgdina av Sjúkrahúsverkinum, sum fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Starvið fevnir samstundis um ábyrgdina sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum. 

Við setanini fær Sjúkrahúsverkið ein royndan leiðara við hollari vitan um sjúkrahúsrakstur, fyrisiting og menning av heilsutænastum, skrivar Heilsu- og orkumálaráðið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder