Elsta dóttirin hjá kongshjúnunum, Isabella prinsessa, fekk í dag húgvuna á høvdið eftir at hava staðið studentsprógvið á Øregård Gymnasium í Hellerup.
Øll familjan var til staða at taka ímóti studentinum, og stóribeiggin, Christian, fekk heiðurin at geva systrini húgvuna á høvdið, skrivar dr.dk.
Eftir summarferiuna fer Isabella í 11 mánaða hertænastu hjá Garderhusarregimentinum í Slagelse, har stóribeiggin, Christian, eisini gjørdi hertænastu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald