Ein broyting er farin fram í nevndini hjá Starvsfelagnum.
Hetta skrivar felagið á heimasíðu sínari.
Tað er Hergeir Staksberg, sum hevur boðað frá, at hann fer úr nevndini hjá Starvsfelagnum.
Í hansara stað tekur Tanya Joensen sæti í nevndini.
Dagliga starvast Tanya í svimjihylinum í Runavík. Hon er næstvaldur tiltakslimur og tekur sæti, meðan Ann S. Poulsen, fyrstvaldur tiltakslimur, er í barnsburðarfarloyvi.
- Sambært § 8, stk. 10 í viðtøkum felagsins tekur tiltakslimur sæti í nevndini, tá ið nevndarlimur fer frá í ótíð. Tanya situr í nevndini, inntil Ann S. Poulsen tekur við sessinum, ella til valskeiðið endar á aðalfundinum í 2028, skrivar starvsfelag.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald