Uttanlands

Hitamet í Fraklandi

Dagurin í gjár var tann heitasti, ið nakrantíð er máldur

(Mynd: Simon Wohlfahrt/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Simon Wohlfahrt/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-24 06:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dagurin í gjár var tann higartil heitasti dagurin, ið nakrantíð er máldur í Fraklandi, síðan tey fóru at skráseta hitamátingar í 1947.

Tað skriva Le Monde og AP, grundað á tøl frá veðurtænastuni Météo-France.

Sambært veðurstovuni kom landshitatalið, ið mátar miðal á dag- og náttarhitanum á 30 veðurstøðum upp á 29,8 stig.

Hitametið higartil var 29,4 stig, og varð mált 25. juli 2019 og 5. august 2003.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder