Innanlands

Tríggjar bøtur skrivaðar í ferðsluni

Fyri ferð og ikki at halda víkiskyldu

2026-06-24 08:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir bilar vórðu í gjár støðgaðir í Søldarfirði fyri at koyra ov skjótt gjøgnum bygdina.

Bilarnir vórðu máldir til at koyra 80 og 74 kilometrar um tíman, sum er væl yvir hægst loyvdu ferðina á 50 kilometrar um tíman. Bilførararnir fáa bót.

Bót fekk eisini ein bilførari, sum ikki víkiskyldu sína í sambandi við eitt minni ferðsluóhapp í Havn um middagsleitið í gjár, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder