Innanlands

Bøtur fyri at flúgva við dronum í Klaksvík

Talan var um fýra útlendingar upplýsir løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-06-24 08:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra útlendingar vórðu í gjár tiknir í Klaksvík fyri ólógligt at flúgva við dronu.

Ferðafólkini vóru partur av einum størri bólki, sum vitjaði býin. Fýra av fólkunum høvdu sent dronur upp, helst fyri at taka myndir.

Men slíkt er ikki loyvt. Eitt er, at tað ikki er ólógligt at flúgva yvir bygdum øki uttan serligt loyvi. Hartil er eisini bannað at flúgva við dronum nærri enn tveir kilometrar frá einum tyrlupalli, og hetta bannið er sostatt galdandi fyri tað allarmesta av Klaksvíkar býi.

Tá talan er um lógarbrot gjørt av fólki, verða hesi biðin um at rinda bótina beinanvegin, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder