2026-06-24 15:47
Í gjár, týsdagin 23. juni, vitjaðu íslendski forsetin, Halla Tómasdóttir, og maður hennara, Bjørn Skúlason, í Klaksvík.
Tey eru á almennari vitjan í Føroyum í hesum døgum, har løgmaður og frú eru vertir.
Uttanfyri býráðshúsið tóku Karl Johansen, borgarstjóri, og býráðslimir ímóti gestunum.
Síðani varð vitjað í Varpinum og hjá Edvardi Fuglø. Haðan gekk leiðin við Klaksvíkingi til róðrarneystið, har nevndarforkvinnan, Sonja Kjælbro, greiddi frá, áðrenn farið varð í Rótina.
At enda var Klaksvíkar kommuna vertur fyri einum døgurða í Rótini, har røður og tónleikaframførslur vóru á skránni.
Sí myndir hjá Klaksvíkar kommunu niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald