Í tveir dagar – 25. og 26. februar 2027 – verður Tekniski Skúli í Klaksvík karmur um FM-kappingina Skills Føroyar, sum varpar ljós á yrkisútbúgvingar og dygdirnar hjá føroyskum lærlingum.
Endamálið er at geva ungum handverkslærlingum ein pall, har teir kunnu vísa síni evni og kappast í sínum fakum. Samstundis skal tiltakið geva øðrum ungum innlit í yrkisútbúgvingarnar og íblástur til at velja eina handverksliga útbúgving, skrivar Vinnuhúsið.
Í fyrstu atløgu fara lærlingar innan fyri húsasmíð, el-fakið, maskinfakið og kokkayrkið at kappast um at gerast føroyameistarar í sínum faki.
Skills Føroyar er eisini eitt týðandi stig í arbeiðinum at geva føroyskum lærlingum møguleika at kappast á altjóða stigi.
Málið er, at Føroyar fáa limaskap í WorldSkills-samtakinum, so lærlingar í framtíðini kunnu umboða Føroyar og kappast saman við bestu ungu handverkarunum úr øllum heiminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald