Uttanlands

Yvir 100 milliónir evropearar raktir av ógvusligum hita í dag

Í Fraklandi og Stórabretlandi hava nógvir skúlar stongt, og í Spania eru yvir 200 andlát skrásett í sambandi við hitabylgjuna

Hitabylgja í París (Mynd: Simon Wohlfahrt/AFP/Ritzau Scanpix)

Hitabylgja í París (Mynd: Simon Wohlfahrt/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-25 13:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Evropa er í løtuni rakt av hitabylgju, og tíðindastovan AFP metir, at í minsta lagi 101 millión fólk í Evropa væntast at vera rakt av hita, sum fer uppum 35 stig í dag.

Í Spania eru yvir 200 andlát sett í sambandi við hitan seinastu dagarnar. Hesi andlátini eru skrásett í tíðarskeiðnum 21. til 24. juni.

Í Fraklandi varð nýtt hitamet sett í nátt, tá 22 hitastig vórðu skrásett, sum er hægsti náttarhitin, síðan mátingarnar byrjaðu í 1974. Gamla metið er frá týsnáttini, tá 21,6 hitastig vórðu máld.

Skúlar kring Evropa eru eisini rakt. Í Fraklandi eru 13.500 skúlar annaðhvørt stongdir ella farnir burtur frá vanligu tímatalvuni orsakað av hitanum.

Í Stórabretlandi eru umleið 1.000 skúlar stongdir ella hava styttri skúladag. Uppmøtingin á skúlunum, sum framvegis hava opið, er eisini lág, upplýsa bretsku myndugleikarnir, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder