Fríggjadagin bjóðaði Portalurin umboð frá politisku flokkunum til kjak um fólkatingsvalið, sum verður mikudagin 5. juni.
Javnaðarflokkurin og Sjálvstýri, Sambandsflokkurin og Framsókn, og Fólkaflokkurin og Tjóðveldi brustu saman í trimum kjakum.
Í kjakinum, sum sæst omanfyri kjakast Ruth Vang frá Framsókn og Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum. Kjak millum Magna Arge og Anniku Olsen kom út í gjárkvøldið, og kjakið millum Sjúrð Skaale og Jógvan Skorheim kemur í annaðkvøld.
Vertur: Regin Winther Poulsen
Redaktør: Ingi Samuelsen
Upptøka: Raclip
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald