Løgtingið hevur summarfrí, men ymiskt virksemi er hjá løgtingslimum.
Á hvørjum ári hava ymsu nevndirnar og formansskapurin í Norðurlandaráðnum summarfund ymsastaðni í Norðurlondum. Sunnvá Dahl Høgfeldt og Bjørg Brynhildardóttir Egholm eru føroysku umboðini har.
Sunnvá Dahl Høgfeldt er limur í formansskapurin, sum skuldi hava summarfund í Nuuk. Men logting.fo skrivar, at orsakað av ringum veðri í Grønlandi varð hetta av ongum. Fundurin varð í staðin hildin talgilt úr Føroyum.
Bjørg Brynhildardóttir Egholm slapp tó avstað. Udvalget for Kundskab og Kultur i Norden (Mentanarnevndin), sum tjóðveldiskvinnan er limur í, hevði sín summarfund í Skagen.
- Sum vant vóru ymsar vitjanir á skrá til hendan summarfundin. Hesa ferð vitjaði Mentanarnevndin millum annað á Skagens Museum, á MARTEC, sum er ein av fremstu maritimu útbúgvingarstovnunum í Norðurlondum, og á Tolne Efterskole, sum er eftirskúli fyri ung við serligum tørvi.
![]()
Mynd: logting.fo - Bjørg sæst í miðjuni
Eitt av stóru málunum á skrá hesa ferð, bæði hjá formansskapinum og Mentanarnevndini, var nýggja ætlanin fyri samfelagstrygd, sum Norðurlandaráðið væntandi skal samtykkja í seinni í ár. Eisini varð, sum vant, fíggjarætlanin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum viðgjørd.
Næsti fundur í Norðurlandaráðnum verður í Íslandi 14. - 15. septembur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald