Innanlands

Fýra klipp í Eysturoynni hósdagin

Fleiri bilførarar fangaðir fyri ov høga ferð - teir flestu Millum Fjarða

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2026-06-26 07:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, hósdagin, var løgreglan ein túr í Eysturoynni við lasaranum.

Ferðmátingar vórðu serliga gjørdar Millum Fjarða, og har vórðu tríggir bilførarar tiknir og sektaðir við klippi í koyrikorti vegna ov nógva ferð.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at teir koyrdu millum 106 og 110 km/t. Hetta hevur eisini bót við sær.

Ein koyrdi 74 km/t í bygdum øki, og tað kostar eisini klipp og bót. Harvið samanlagt fýra klipp í koyrikort eftir ferðmátingarnar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder