- Sum heild havi eg álit á, at Kringvarp Føroya røkir sína uppgávu. Men tað merkir tó ikki, at tíðindaflutningurin hjá Kringvarpinum ikki kann verða evni fyri kjaki ella kritikki. Og til tíðir haldi eg, at kritikkurin hevur verið grundaður.
Hetta skrivar Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, í svari uppá grein 52 fyrispurning frá Jenisi av Rana. Hetta var ítøkiligt uppá punkt tvey í fyrispurninginum, har fyrrverandi landsstýrismaðurin fyri málsøkið spyr um "landsstýrismaðurin kennir seg tryggan og nøgdan við tíðindaflutning Kringvarpsins".
Sí eisini: Jenis vil vita um framtíðarætlanir fyri KVF
Bárður á Lakjuni vísir um heild á, at man sjálvandi skal seta høg krøv til Kringvarp Føroya, av tí at talan er um alment- og lógarfíggjaðan stovn. Politiska skipanin skal og má tó undir ongum umstøðum stýra tíðindaflutninginum, men Kringvarpið má, eins og aðrir stovnar við stórari samfelagsávirkan, tola eitt opið orðaskifti og kritiskar røddir, skrivar landsstýrismaðurin fyri Fólkaflokkin.
Hann ger seinni greitt, at politiska skipanin ikki eigur at leggja seg út í redaktionellar avgerðir hjá einum miðli.
Jenis av Rana setti Bárði á Lakjuni fimm spurningar um Kringvarpið, sum tingmaðurin inn ímillum hevur hartað alment fyri tíðindaflutningin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Jenis av Rana hevur javnan alment víst sína misnøgd við Kringvarpið.
Tingmaðurin hjá Miðflokkinum var sjálvur við til at ásetta broytingar fyri fíggingarleist og part av redaktionella frælsi hjá privatu miðlunum. Hann vil millum annað vita, um Bárður á Lakjuni hevur í hyggju at til dømis seta eina nevnd til Kringvarpið. Hetta við teirri uppgávu at hava eftirlit við og vera ráðgevandi hjá Kringvarpinum. Og um ætlanin er at gera nakað við Kringvarpið.
Tað hevur man tó ongar ætlanir um, staðfestir landsstýrismaðurin. Og sum heild síggja ikki út til at fyriliggja grundleggjandi broytingar fyri Kringvarpið. Tó eigur man allatíðina at eftirmeta og Bárður á Lakjuni skilir fleiri av spurnartekinum, sum eru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald