Innanlands

Hanna Jensen tekur við aftur sum rektari á Kambsdali

Hon hevur verið í farloyvi síðani september 2023 í sambandi við politiskt arbeiði, men frá 1. august verður Hanna Jensen aftur ovast á Miðnámi

Hanna Jensen stillaði ikki uppaftur til løgtingsvalið í mars, og nú er greitt at hon byrjar aftur í starvinum sum rektari á Miðnámi á Kambsdali (Mynd: Sverri Egholm)

Hanna Jensen stillaði ikki uppaftur til løgtingsvalið í mars, og nú er greitt at hon byrjar aftur í starvinum sum rektari á Miðnámi á Kambsdali (Mynd: Sverri Egholm)

2026-06-26 10:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hanna Jensen byrjaði sum rektari í Miðnám á Kambsdali 1. mars í 2021. Áðrenn tað hevði hon starvast á skúlanum í nógv ár sum undirvísari og vegleiðari.

Leirvíkskvinnan í Gøtu hevur eisini verið nógv virkin í politikki, og av tí at hon tók sæti á tingi í september 2023 fyri Framsókn, fór hon í farloyvi úr rektarastarvinum.

Síðani hevur Christian Joensen verið virkandi rektari á Kambsdali.

Hanna Jensen stillaði ikki uppaftur til løgtingsvalið í mars, og nú er greitt at hon byrjar aftur í starvinum sum rektari á Miðnámi á Kambsdali tann 1. august 2026.

Tað skrivar Mentamálaráðið á heimasíðu sínari í dag.

- Vit fegnast um at bjóða Honnu vælkomnari aftur og síggja fram til hennara íkast til framhaldandi at menna skúlan, samstundis sum vit takka Christiani fyri hansara íkast meðan hann hevur virkað sum rektari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder