Mentan

Bárður Dal Christiansen í Gallarí Havnará

Fernisering verður 27. juni við framførslum frá kvinnukórinum Cantabile, orðum frá Bartali Augustinussen, live-setti við Silvurdrongi og Torleiki Mortensen og DJ-setti við Brynjolfi

2026-06-26 12:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, leygardagin 27. juni klokkan 15 letur ein nýggj framsýning upp í Gallarí Havnará.

Umráðandi er at vera til tíðina, tí ferniseringin byrjar stundisliga við einari serligari skrá við framførslum frá kvinnukórinum Cantabile, orðum frá Bartali Augustinussen, live-setti við Silvurdrongi og Torleiki Mortensen og DJ-setti við Brynjolfi.

Skráin er umleið 40 minuttir, skrivar Gallarí Havnará í tíðindaskrivi.

Eisini verður okkurt gott til góman og í glasið.

Framsýningin hongur uppi til 5. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder