Uttanlands

Undantaksstøða lýst á Krim-hálvoynni

Trot á brennievni og streymslit í kjalarvørrinum á ukrainskum álopum á undirstøðukervi ávirka m.a. russiskt-hersettu hálvoynna

Fólk taka myndir í Sevastopol, sum er størsti býur á Krim-hálvoynni - Juli 2022 (Mynd: Olga Maltseva/AFP/Ritzau Scanpix)

Fólk taka myndir í Sevastopol, sum er størsti býur á Krim-hálvoynni - Juli 2022 (Mynd: Olga Maltseva/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-26 17:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Myndugleikarnir á russiskt-hersettu Krim-hálvoynni hava lýst undantaksstøðu í økinum, upplýsir guvernørurin, Sergej Aksjonov.

Undantaksstøðan loyvir guvernørinum at finna eina skjóta loysn á uppgávur, sum skulu tryggja støðugan rakstur av øllum geirum og minka um avleiðingarnar av ukrainskum álopum, sigur guvernørurin uttan at greiða nærri frá.

Trot á brennievni og streymslit í kjalarvørrinum á ukrainskum álopum á undirstøðukervi ávirka m.a. hálvoynna, skrivar Ritzau.

Hetta ávirkar eisini ferðavinnuna í oynni, og summarlegur eru avlýstar, meðan øll søla av brennievni er steðgað.

Ukraina hevur seinastu tíðina hert álopini í økinum, sum Ukraina sigur er eitt rættvíst aftursvar til nærum dagligu russisku álopini á sivilfólk og orkuundirstøðukervi.

Russiska verjumálaráðið upplýssir í dag, at umleið 660 ukrainskar dronur eru skotnar niður bæði yvir Krim og høvuðsstaðin Moskva.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder