Uttanlands

Nærum 600 deyð og yvir 50.000 saknað í Venesuela

Landið varð náttina til hósdagin rakt av tveimum ógvusligum jarðskjálvtum

(Mynd: Donaldo Barros/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Donaldo Barros/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-26 17:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 589 fólk hava latið lív, eftir at tveir jarðskjálvtar raktu Venesuela náttina til hósdagin okkara tíð.

Tað upplýsir virkandi forsetin í landinum, Delcy Rodriguez sambært Ritzau.

Umframt hetta eru 2.980 fólk særd, umframt at yvir 50.000 fólk eru saknað.

Óvissa er tó um veruliga talið á deyðum, særdum og saknaðum. Amerikanski jarðfrøðieftirlitismyndugleikin, USGS metir, at yvir 10.000 fólk helst hava latið lív.

Jarðskjálvtarnir, sum raktu Venesuela máltu ávikavist 7,2 og 7,5 á Richter-stiganum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder