Innanlands

LÍV tekur seg úr Globe Tracker

Samstundis er fráfaringaravtala gjørd við Jan Jakobsen, stjóra í LÍV-samtakinum, og tilgongdin at finna nýggjan stjóra fer í gongd

(Savnsmynd: KVF)

(Savnsmynd: KVF)

2026-06-26 17:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

LÍV-samtakið hevur tikið avgerð um at taka seg úr fyritøkini, Globe Tracker ApS, og samstundis er fráfaringaravtala gjørd við stjóran í LÍV-samtakinum, Jan Jakobsen.

Tað boðar LÍV frá í tíðindaskrivi í dag.

– Fyritøkan hevur ligið í fíggjarliga tungum sjógvi seinastu árini, og royndirnar at styrkja marknaðarstøðuna hava tíverri ikki eydnast nøktandi, metir LÍV-samtakið. Globe Tracker framleiðir útgerð og mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum.

– Tó at skipanirnar hjá Globe Tracker hava dygdir fram um aðrar líknandi skipanir á marknaðinum, hevur felagið koyrt tungt fíggjarliga og hevur havt fleiri ár við halli. Tøkniligar avbjóðingar hava ávirkað søluna og álitið hjá kundunum munandi. LÍV-samtakið hevur nú gjørt av ikki at seta fleiri pengar í felagið, skrivar LÍV.

LÍV-samtakið gjørdi fyrstu íløguna í Globe Tracker í 2013, og P/F Tryggingarfelagið LÍV hevur sett tilsamans 84,9 milliónir krónur í felagið, meðan upphæddin hjá P/F LÍV Lívs- og pensjónstryggingarfelag er 89 milliónir krónur.

– LÍV-samtakið hevur dagført sín íløgupolitikk, har ásett er, at felagið ikki ger íløgur í slíkar verkætlanir, sum liggja í sama íløgubólki sum Globe Tracker. LÍV-samtakið hevur ikki aðrar líknandi íløgur.

Samlaðu íløgurnar hjá Tryggingarfelagnum LÍV eru slakar 5 milliardir krónur, og nú samstarvið við Globe Tracker steðgaði, var íløgan bókað til 29,9 milliónir krónur, svarandi til 0,61% av samlaðu íløguognunum.

– Felagið harmast vegna tryggingartakararnar um mista peningin, og at hendan íløgan ikki bar á mál, skrivar LÍV.

Jan Jakobsen, sum hevur verið stjóri í samtakinum seinastu 14 árini, hevur játtað at røkja stjórasessin, til nýggjur stjóri er settur, og tilgongdin at finna nýggjan stjóra fer í gongd í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder