Innanlands

Fimm koyrdu ov skjótt

Tað bleiv til trý klipp og tvær treytaðar frádømingar, tá løgreglan kannaði ferðsluna í Norðstreymoy í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-27 09:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar í Norðstreymoy, og í hesum sambandi vórðu fimm mál skrivað, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið, og tveir fingu treytaða frádøming.

Teir báðir, sum fingu treytaða frádøming koyrdu ávikavist 93 og 95 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 60 kilometrar um tíman.

Ein fekk klipp fyri at koyra 81 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 60 kilometrar um tíman, og tveir aðrir fingu klipp fyri at koyra ávikavist 75 og 77 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman.

Umframt teir, sum koyrdu ov skjótt, tók løgreglan eisini ein bilførara, sum koyrdi ávirkaður av rúsdrekka í Suðurstreymoy.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder