Uttanlands

– Samgongan sinnað at bøta um setanarviðurskiftini hjá lærarum

Ov nógvir lærarar verða framvegis settir í tíðaravmarkað starv, sigur Lærarafelagið, og landsstýrismaðurin í mentamálum sigur, at hann vil gera sítt fyri at bøta um støðuna

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum (Savnsmynd)

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum (Savnsmynd)

2026-06-27 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ov nógvir lærarar verða framvegis settir í tíðaravmarkað starv, heldur Føroya Lærarafelag, men Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum sigur, at hann fer at gera sítt besta at royna at bøta um støðuna.

Ein nýggj uppgerð, sum Lærarafelagið hevur gjørt, vísir, at hóast støðan er væl frægari í ár samanborið við undanfarnu ár, tá talan er um føst størv, eru framvegis tvífalt so nógv tíðaravmarkað størv lýst leys samanborið við føst størv. Komandi skúlaár, 2026/27, er lýst eftir 156 lærarum –  104 í tíðaravmarkað starv og 52 í fast starv.

Landsstýrismaðurin, sum sjálvur hevur verið lærari í nógv ár, sigur við Skúlablaðið, at hann ætlar sær at royna at bøta um støðuna í samstarvi við avvarðandi partar, sum Undirvísingarstýrið og Føroya Lærarafelag.

– Eg taki fegin ímóti øllum góðum uppskotum, sum kunnu tryggja fleiri lærarum fast starv, tí fólkaskúlin tørvar lærarakreftir. Samgongan er í øllum førum sinnað at arbeiða fyri, at setanarviðurskiftini hjá lærarum verða betri, sigur hann.

- At vera í tíðaravmarkaðum starvi í fleiri ár er á ongan hátt haldbart; eg var í tíðaravmarkaðum starvi í nógv ár, áðrenn eg fekk fast starv, so eg kenni væl til tær stúranir, sum lærarar hava í hesi støðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder