Innanlands

Inntøkurnar hjá Vágs kommunu hækkaðar 4,1 millión krónir

Á eyka býráðsfundi mikudagin varð ársroknskapurin hjá Vágs Kommunu fyri 2025 lagdur fram og góðkendur

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

2026-06-27 17:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Roknskapurin vísir, at samlaðu inntøkurnar í 2025 vóru 86,7 mió. kr., meðan samlaðu rakstrarútreiðslurnar vóru 75,8 mió. kr.

Inntøkurnar eru hækkaðar 4,1 mió. kr. samanborið við árið frammanundan.

Harumframt eru 6,0 mió. kr. brúktar til íløgur í árinum, hetta er lægri enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2025, íløgunýtslan liggur tó á sama støði sum í 2024.

Ársroknskapurin vísir eitt rakstrar-, løgu- og útlánsúrslit (RLÚ) á 4,9 mió. kr., ið er munandi betri enn mett varð í fíggjætlanini fyri 2025, har roknað varð við einum halli á 3,5 mió.kr.

Ognarjavnin við árslok 2025 var 20,2 mió. kr., harav var tøkur peningur 11,6 mió. kr. samanborið við til 4,4 mió. kr. í 2024.

Langfreistaða skuldin við árslok var 39,9 mió.kr. og nettoskuldin hjá kommununi er væl undir skuldarmarkinum.

Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder